Avloysaraskipið seinkað tveir mánaðir

Avloysaraskipið seinkað tveir mánaðir
Tríkiljan verður klár at taka í nýtslu eftir ólavsøku
Nýggja tvíkiljan skal burturav vera tøk sum avloysaraskip, og hon kann brúkast á øllum farleiðum uttan Suðuroyarleiðini
 
13.05.2020 - 09:16

Nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni er seinkað góðar tveir mánaðir, og verður væntandi í Føroyum um hálvan juli, upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni

Koronasmittan gjørdi tað trupult hjá italska undirveitaranum hjá norsku skipasmiðjuni, GS Marine Produksjon, at veita gear'ið rættstundis. Men tað er nú um at koma í rættlag, sigur Hilmar Eliasen.

Hann sigur, at fyrstu vikurnar fara við royndarsigling, og ferjan er klár at taka í nýtslu eftir ólavsøku.

Nýggi eykabáturin kann røkja allar farleiðir uttan Suðuroyarleiðina. Hann er 27 metrar langur. tekur millum 100 og 120 ferðafólk og tríggjar bilar. Kostnaðurin er 34 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423