Áskoðarar sleppa til ítrótt

Áskoðarar sleppa til ítrótt
Áskoðarar sleppa nú aftur til ítrótt undir skipaðum viðurskiftum, og longu um vikuskiftið sleppa viðhaldsfólk til fótbólt í Betrideildini við monnum
 
14.05.2020 - 10:25

Nú sleppa fólk aftur at hyggja at ítrótti undir skipaðum viðurskiftum. 

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi fyrrapartin.

 - Kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttartiltøk kunnu nú avgreiðast við áskoðarum, segði Bárður á Steig Nielsen.

 - Men hetta skal sjálvandi gerast undir skipaðum viðurskiftum, so smittuvandin er so lítil, sum til ber.

Sersambondini hava ábyrgdina av, hvussu hetta verður skipa í samráði við koronaráðgevingina.

Fyrsta umfar í bestu fótbóltsdeildini við monnum varð avgreitt farna vikuskifti, men tað var fyri tómum áskoðaraplássum.

Men nú verður aftur møguligt at fara at hyggja at ítrótti, og longu í komandi umfari sleppa fólk til fótbólt í Betrideildini við monnum, skrivar Bolt.fo á Facebook. 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938