Sjúkrahúsini skulu hava nýggj nøvn

Sjúkrahúsini skulu hava nýggj nøvn
Heilsumálaráðið hevur skrivað út kapping, og nýggju nøvnini skulu knýta tey trý sjúkrahúsini saman. 
Suðuroyar sjúkrahús - nú skulu sjúkrahúsini hava nýtt navn
 
22.05.2020 - 13:19

Sjúkrahúsini í Føroyum skulu hava nýggj nøvn.

Heilsumálaráðið boðar frá kapping um nøvnini. Freistin at koma við uppskotum er til á middegi 12.juni.

Virðislønin er 10.000 kr.

Felags leiðsla

Í 2018 vórðu Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið skipað undir felags leiðslu og sum eitt samlað føroyskt sjúkrahúsverk.

Nýggju nøvnini skulu knýta tey trý sjúkrahúsini saman. 

Tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini Klaksvík, Tórshavn og Tvøroyri, ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891