Breddin: Lánsbrøv, barsilsgrunnur og seyðahald

Breddin: Lánsbrøv, barsilsgrunnur og seyðahald
Trý evni eru í sendingini í dag
Heri á Rógvi, nýggi formaðurin í Búskaparráðnum, verður í Breddanum í dag
 
26.05.2020 - 11:46

Landskassin hevur tikið tríggjar milliardir krónur í láni við at selja lánsbrøv. Men hvussu fer ein slíkur handil fram? Hvat er eitt lánsbræv? Og hvør kann keypa eitt lánsbræv?

Vit tosa við landsbankastjóran og nýggja formannin í Búskaparráðnum.

Meira peningur rennur úr barsilsgrunninum enn inn í grunnin. Samstundis ætlar samgongan at leingja barnsburðarfarloyvið. Hvat er ætlanin við barsilsskipanini, og hvussu nógv skal hon kosta?

Myndugleikarnir kanna í løtuni eitt mál um møguligt mishald av einum festi í Oyndarfirði. Vit seta spurningin, um seyðahald í Føroyum er nóg væl skipað. Stjórin á Búnaðarstovuni verður í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655