Lutfalsliga færri limir í fólkakirkjuni

Lutfalsliga færri limir í fólkakirkjuni
Talið er støðugt minkað seinastu árini. Tað var 84,3 prosent í 2001 og 79,7 prosent í fjør
 
26.05.2020 - 08:07

Limatalið í føroysku fólkakirkjuni lækkar støðugt, tó liggur limatalið uppi á næstan 80 prosentum. 79,1 prosent av Føroya fólki eru limir í fólkakirkjuni. Tað eru 41.272 fólk.

Talið er støðugt minkað seinastu árini. Tað var 84,3 prosent í 2001 og 79,7 prosent í fjør, skrivar Hagstovan. Ógvuliga ymiskt er, hvussu nógvar limir, fólkakirkjan hevur.

Í prestagjøldunum í Norðoyggjum eru 62 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi eru 91 prosent limir. 61 kirkjur og trý bønhús, og 26 prestar eru í fólkakirkjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949