Kvíggjartún verður boðið útaftur í summar

Kvíggjartún verður boðið útaftur í summar
Tilboðini vórðu ógildað, tí tey vóru nógv dýrari enn kostnaðarmetingin
Kvíggjartún verður boðið útaftur í summar
 
27.05.2020 - 10:47

Gongst sum ætlað, verður arbeiðið at byggja nýggja Bú- og umlættingarheimið á Argjum til børn og ung við autismu, nevnt Kvíggjartún, boðið útaftur  í summar. 

Tað upplýsti Elsebeth Mercecdis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, í tinginum í gjár.

Landsstýriskvinnan ógildaði útbjóðingina, tí innkomnu tilboðini vóru nógv dýrari enn kostnaðarmetingin.

Lægsta boðið 56 mió. kr.

Upprunaliga var ætlanin, at Bú- og umlætingarheimið skuldi kosta 29 milliónir krónur, men í desember í fjør varð tann prísurin lagaður til 42 milliónir krónur.

Men tá tilboðini vórðu latin upp, var lægsta tilboðið 56 milliónir krónur, 14 milliónir hægri enn dagførda kostnaðarmetingin. Og tað varð ov dýrt, helt landsstýriskvinnan, sum ógildaði útbjóðingina. 

Men nú verður Bú- og umlættingarheimið á Argjum boðið út av nýggjum

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028