Yvir 90 prosent færri flogferðafólk

Yvir 90 prosent færri flogferðafólk
Í mai vóru 91,9 prosent færri ferðafólk enn í mai í fjør
Lítil ferðsla er á flogvøllinum hesar dagarnar, men hon veksur hálvan juni.
 
02.06.2020 - 12:06

Ferðafólkatalið á flogvøllinum minkar framvegis.

Í mai vóru 91,9 prosent færri ferðafólk enn í mai í fjør.

Ferðafólkini vóru 40.474 í mai í fjør, tey vóru 3.273 í mai í ár. Og tá er innanlandsflúgvingin hjá tyrluni tald við.

Men har eru ferðafólkini eisini nógv færri enn í fjør. Talan er um næstan tveir triðingar. 

Í apríl var afturgongdin í ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum 94 prosent sammett við apríl í fjør.

Í apríl í fjør vóru ferðafólkini knappliga 38.000.

Í apríl í ár vóru ferðafólkini 2.400.

Ferðafólkatalið var helvtina minni í mars í ár enn í mars í fjør.

Neyva talið er 48,7 prosent.

SÍ EISINI: Flogvinnan: Nýtt lógaruppskot á ólavsøku

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050