Týskarar sleppa nú aftur at ferðast uttanlands

Týskarar sleppa nú aftur at ferðast uttanlands
Ferðabannið til ES-lond og onnur lond í Evropa verður strikað
Heiko Maas er týskur uttanríkisráðharri
 
03.06.2020 - 11:35

Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, broytir nú tilmælið um ferðing út í heim. 

Hann boðar nú frá, at Týskland strikar ferðabannið til ES-lond, Bretlands, Íslands, Noregs, Liktinstein og Sveis frá 15. juni, og nú verða tilmæli í staðin gjørd fyri londini hvørt sær.

Hann sigur m.a., at vegleiðingarnar siga greitt, at týsku myndugleikarnir ikki mæla fólki til at fara til Bretlands, so leingi kravið um 14 dagar í sóttarhaldi er galdandi.

Ferðabann kann verða sett í gildi aftur

Maas ger eisini greitt, at veksur talið á koronusmittaðum aftur, kann ferðabann aftur verða sett í gildi.

Týskland hevur ikki tikið støðu til lond uttan fyri ES. Tað veldst um gongdina.

Týskland er fólkaríkasta land í ES, men kortini eru færri deyð har enn í øðrum stórum londum í Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303