Kí bjargaði sær stig í evstu løtu

Kí bjargaði sær stig í evstu løtu
Jonn Johannesen bjargaði KÍ annað stigið móti NSÍ, tá hann javnaði til 1-1 í evstu løtu við Djúpumýru.
Stevnan bjargað: KÍ fekk javnleik í evstu løtu
 
07.06.2020 - 18:09

Jonn Johannesen bjargaði klaksvíkingum norðoyastevnuna. 

Tveir minuttir vóru spældir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tá innskifti Jonn Johannensen javnaði til 1-1 fyri KÍ móti NSÍ.

Petur Knudsen hevði lagt NSÍ framum, tá 17 minuttir vóru eftir at spæla. Løtu seinni fekk Deni Pavlovic reytt kort, men kortini eydnaðist heimaliðnum at javna.

Jan Ellingsgaard gjørdi bart

Liðskiparin hjá ÍF, Jan Ellingsgaard, skeyt hattrikk í 4-2 sigrinum á AB. Liðini skiftust at skora, og støðan í hálvleikinum var 2-2.

Í seinna hálvleiki skeyt Jan Ellingsgaard tvey mál og avgjørdi dystin fyri heimaliðið.

EB/Streymur vann týðandi botndyst

Við Margáir vann EB/Streymur 1-0 á Skála í týðandi botndysti. Tóki Johannensen avgjørdi dystin longu í 12. minutti. 

Í gjár vann HB 1-0 á TB í Trongisvági, og hevur framvegis fult stigatal.


KÍ - NSÍ, 1-1
0-1 Petur Knudsen, 73 min.
1-1 Jonn Johannesen, 90+2 min.

ÍF - AB, 4-2
1-0 Jan Ellingsgaard, 24 min. (br.)
1-1 Bartal Petersen, 26 min.
2-1 Ari Ellingsgaard, 30 min.
2-2 Tóki á Lofti, 32 min.
3-2 Jan Ellingsgaard, 63 min.
4-2 Jan Ellingsgaard, 85 min. 

EB/Streymur - Skála, 1-0
1-0 Tóki Johannesen, 12 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763