Avgerandi tíðindafundur um Palme-morðið í morgin

Avgerandi tíðindafundur um Palme-morðið í morgin
34 ár eru síðani, at fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Olof Palme, varð skotin í miðbýnum í Stokkhólmi
Olof Palme varð myrdur í Stokkhólmi í 1986, og síðani hevur málið verið kannað. Í morgin heldur ákæruvaldið tíðindafund, og hann verður mettur at verða avgerandi fyri málið
 
09.06.2020 - 15:29

Svenska Aftonbladet sigur seg nú vita, at vápnið, sum varð brúkt at drepa fyrrverandi svenska forsætisráðharran, Olof Palme, er funnið.

Tað eru nú 34 ár síðani, at Olof Palme varð skotin og myrdur í miðbýnum í Stokkhólmi, eftir at hava verið í biografi við saman konu síni.

Í morgin fer svenski ákærumyndugleikin av hava tíðindafund. Har fara tey at kunngera, um málið nú endaliga verður latið aftur, ella um ákæra verður reist. 

Kanningarfólk í Suðurafrika

Bretska blaðið, The Guardian skrivaði, um vikuskiftið, at svensk kanningarfólk í mars mánaði vóru í Suðurafrika. Har handaði surðurafrikanska fregnartænastan teimum skjøl, sum eru viðkomandi fyri Olof Palme-málið. 

Enn er ógreitt, um suðurafrikansku skjølini koma við nýggjari vitan ella prógvum, ella talan nú er um at lata málið aftur.

Apartheitstýrið í Suðurafrika var undir illgruna fyri at at hava skipað fyri, at Olof Palme varð myrdur, men hetta var ongantíð prógvað. 

Ein maður varð dømdur fyri morðið í 1988, men var seinni fríkendur vegna vantandi prógv.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809