Zacharias Hammer farin

Zacharias Hammer farin
Zacharias Hammer var ein av undangongumonnunum at gera føroyskt sjónvarp
Zacharias Hammer starvaðist í Sjónvarpi Føroya og síðani í Kringvarpi Føroya til 2007
 
09.06.2020 - 16:31

Í morgun bórust tíðindini um, at sjónvarpsmaðurin Zacharias Hammer er deyður, 68 ára gamal. 

Zacharias var ein av undangongumonnunum at gera føroyskt sjónvarp. Hann var útbúgvin lærari, men hansara yrkisleið fór sjónvarpsvegin. Hann virkin í sjónvarpsfelagnum, og kom í starv sum programmedarbeiðari í Sjónvarpi Føroya, tá tað fór at senda í 1984. 

Tey fyrstu árini gjørdi Zacharias barnasendingar. Røðir, sum tær um Gyðju og Grana og ikki minst sendirøðin um Dólgarnar, fingu bæði børn og vaksin at sessast frammanfyri sjónvarpinum.

Seinni fór hann at gera mentanarsendingar, og tær gjørdust eisini sera vælumtóktar. Zacharias hevði sín egna fólksliga stíl, og hann dugdi væl at siga frá gerandislívinum hjá vanliga føroyinginum. Hann legði seg eftir at siga søgur úr øllum Føroyum, eins og hann gjørdi fleiri sjónvarpsrøðir við ferðafrásagnum úr fjarskotnum londum. 

Zacharias var ein dugnaligur fotografur, og tað kom honum til góðar, tá hann gjørdi dokumentarsendingar frá lívinum umborð á føroysku fiskiskipunum, og tá hann var við fjallmonnunum til bjarga.

Zacharias Hammer starvaðist í Sjónvarpi Føroya og síðani í Kringvarpi Føroya frá fyrsta degi í 1984 og fram til 2007. Hann festi ein týðandi part av føroysku mentanini á sjónband. OG Í 2001 fekk Zacharias Hammer virðisløn M.A. Jacobsens fyri serligt mentanaravrik.

Seinnu árini hevur Zacharias Hammer arbeitt sum fólkaskúlalærari á miðlabreyt og sum fríyrkismaður, har hann millum annað eisini hevur gjørt sendingar til Kringvarpið. Nú hann andaðist, hevði hann júst - saman við fólki úr Kringvarpinum - lagt seinastu hond á tríggjar sendingar um fiskiskap við línuskipum undir Føroyum og á Flemish Cap. Hesar sendingarnar verða sendar í heyst. 

Við hesum lýsa vit frið yvir minni um sjónvarpsmannin Zacharias Hammer. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979