ALS-stýrið tekur ikki undir við uppskotinum

bannari
ALS-stýrið tekur ikki undir við uppskotinum
ALS-stýrið mælir staðiliga frá at leingja koronaskipanina hjá ALS, nú landsstýrismaðurin leggur uppskot fram um leingja skipanina
 
13.06.2020 - 12:52

ALS-stýrið hevur viðgjørt spurningin frá landsstýrismanninum um at leingja koronaskipanina.

Niðurstøðan er, at tað verður staðiliga mælt frá at halda fleiri fólkum enn hægst neyðugt føst í eini serligari skipan, har starvsfólk framhaldandi eru í starvi hjá einum ávísum arbeiðsgevara og harvið ikki eru tøk hjá øðrum arbeiðsgevarum, sum tørva teirra orku.

Tað stendur í skrivinum, sum stýrið fyri ALS sendi landsstýrismanninum. Eyðfinnur Jacobsen vil ikki gera viðmerkingar til málið annars, men vísir til skrivið.

Stýrið fyri ALS metir ikki, at samfelagið fer at vera í somu kreppustøðu, tá serliga korona-skipanin fer úr gildi 30. juni.

Í mars, tá stýrið játtaði at veita fígging úr ALS-grunninum, var støðan øðrvísi, og avgerðin um at játta umbønina frá landsstýrinum tá var røtt, heldur ALS-stýrið.

- Hetta er so tilmælið hjá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina, men at seta í verk serskipanir í samband við korona er í síðsta enda ein politisk avgerð, stendur í skrivinum frá ALS-stýrinum.

Tey siga samstundis, at tey ikki vísa aftur at vilja umsita eina stuðulsskipan aftan á 30. juni, um landsstýrið vil tað, men tað er treytað av, at skipanin verður einfaldari og minni orkukrevjandi enn verandi skipan at fyrisita.

Stýrið nevnir síðani nøkur uppskot um, hvussu hetta kann skipast, men tey leggja dent á, at uttan mun til hvør loysn verður vald, so má tað vera púra greitt, hvørjir persónar og hvørjar fyritøkur verða fevndar av eini slíkari skipan.

Uppskotið hjá Helga Abrahamsen er á skránni í løgtinginum mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025