Grønland letur upp aftur

bannari
Grønland letur upp aftur
Mánadagin sleppa ferðafólk aftur til Grønlands. Tó bara 600 um vikuna, og tey skulu fylgja nøkrum reglum
 
13.06.2020 - 09:47

Mánadagin letur Grønland landamørkini upp aftur. 600 fólk sleppa at ferðast til Grønlands um vikuna, skrivar grønlendska kringvarpið.

Tey, som koma til Grønlands, skulu vísa váttan um negativa COVID-19 kanning. Tey skulu eisini útfylla eitt pappír og siga, hvar tey skulu. 

Men, tey sleppa ikki heilt undan sóttarhaldi. Tey skulu í heimauppihald, inntil tey eru kannað aftur í Grønlandi, í seinasta lagi fimm dagar seinni.

Síðani skulu tey vísa váttan um negativa COVID-19 kanning, áðrenn tey sleppa út.

- Vit hava øll eina ábyrgd í sambandi við upplatingina. Vit mugu fylgja heilsufakligu tilmælunum og reglunum um sóttarhald, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður. 

Upplatingin í Grønland er deild upp í trý stig, og at lata upp fyri 600 ferðafólkum um vikuna við einum styttri sóttarhaldi, er fyrsta stigið. 

- Vit fylgja við smittuni í Danmark, og hvussu tað gongur teir næstu 14 dagarnar, áðrenn vit taka støðu til stig tvey í upplatingini, sigur Kim Kielsen. 

13 fólk hava havt koronasmittuna í Grønlandi, og í løtuni er eingin smittaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563