Merktu grind í Sandágerði

Merktu grind í Sandágerði
Fólk frá Tjóðsavninum og Havstovuni settu sendarar á fýra hvalir í Sandágerði í gjárkvøldið
Her verða hvalirnir merktir í Sandágerði
Mynd: kvf.fo  
 
17.06.2020 - 06:57

Seinnapartin í gjár sóu fólk á landið eina grind út fyri Hoyvík. Men sýslumaðurin ger einki við grind, sum tilmælini eru nú.

Tilmælið er framvegis, at vit ikki mugu savnast fleiri enn 100 fólk, og tað hevði helst havt verið mangt slíkt, um grindin varð hildin til, segði sýslumaðurin Finnbogi Midjord við útvarpið.

Í gjárkvøldið var grindin kortini rikin inn á Sandágerð. Talan var um tilsamans 10 hvalir, og sendarar vórðu settir á hornið á fýra teirra. Hvalirnir vóru síðan riknir útaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026