91 grundstykki aftrat í Klaksvík

91 grundstykki aftrat í Klaksvík
Verkætlanin Uppi á Fossum verður í trimum byggistigum
SNA arkitektar hava projekterað verkætlanina á Fossum
 
18.06.2020 - 08:53

Í dag verður spakin settur í verkætlanina Uppi á Fossum í Klaksvík, har 91 grundstykki skulu gerast í trimum byggistigum.

Í fyrsta byggistigi, sum byrjar í dag, eru 21 stykki til sethús og 13 til raðhús.

Í øðrum byggistigi verða 23 grundstykki til sethús og í triðja byggistigi 33 grundstykki til raðhús.

Byggifelagið RTS ger grundstykkini byggibúgvin. RTS hevði lægsta tilboðið, 30,9 mió. kr. Fýra tilboð komu.

Kostnaðarmetingin var 37,5 mió. kr.

SNA arkitektar hava projekterað verkætlanina á Fossum.
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541