100 bygningar eru ikki egnaðir

100 bygningar eru ikki egnaðir
Atkomuviðurskiftini í almennu bygningunum eru ikki nóg góð
Bara 40 bygningar hjá tí almenna hava nóg góð atkomuviðurskifti, sigur Landsverk
 
24.06.2020 - 11:49

100 almennir bygningar eru ikki egnaðir til fólk við rørslutarni, fólk, sum til dømis eru í koyristóli.

Atkomuviðurskiftini eru snøgt sagt ikki nóg góð.

Tíggju bygningar hava minni góð atkomuviðurskifti og krevja minni ábøtur. Men 89 bygningar hava ikki nóg góð atkomuviðurskifti og krevja størri ábøtur.

Bara 40 bygningar hjá tí almenna hava nóg góð atkomuviðurskifti.

Jørgen svarar Jóhannisi

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Tølini hevur landsstýrismaðurin frá Landsverki.

Jørgen Niclasen ásannar, at neyðugt verður at raðfesta atkomuviðurskiftini. 

Hann sigur, at hann fer at tosa við Landsverk um hetta, so atkomuviðurskiftini kunnu fáast í rættlag næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715