Missa 225 milliónir um dagin

bannari
Missa 225 milliónir um dagin
Tað er ein smeitur fyri ferðavinnuna í Svøríki, at evropeisku londini mæla frá, at fólk ferðast til landið
Tað er ein búskaparlig vanlukka fyri svensku ferðavinnuna, at fleiri evropeisk lond mæla fólki frá, at fara til landið, heldur ferðavinnufelag
 
28.06.2020 - 11:32

Í Svøríki er tað ein búskaparlig vanlukka fyri ferðavinnuna, at flestu londini í Evropa mæla fólki frá at ferðast til Svøríki. Tað heldur ferðavinnufelagið Visita.

Svenska kringvarpið skrivar, at avleiðingin er, at ferðavinnan í Svøríki missir umleið 225 milliónir krónur um dagin.

Grannalondini helvtina av gistingunum

Í Svøríki eru flestu ferðafólkini vanliga úr Norra, Danmark, Týsklandi, Finnlandi, og Hollandi, men øll hesi londini mæla sínum borgarum frá at fara til Svøríkis, tí smittutrýstið er so høgt.

Harafturat kunnu fólk úr USA ikki ferðast til Evropa. Sambært svenska kringvarpinum er tað ein serliga harður smeitur, at grannalondini Norra og Danmark ikki vilja lata upp fyri Svøríki.

Seinastu árini hava grannalondini staðið fyri umleið helvtini av útlendsku gistingunum, sambært Thomas Jakobsson, sum er fíggjarleiðari í Visita.

Summarið mest sum farið

Mælt verður fólki frá at ferðast til Svøríki, tí har eru so nógv, sum hava koronasmittuna. Opið er kortini fyri landspartinum Vasterbotten har norðuri í landinum.

– Summarið er mest sum farið fyri okkara viðkomandi, men vit vóna sjálvsagt, at Evropa letur upp fyri Svøríki í næstum, sigur Thomas Jakobsson við svenska kringvarpið.

Svøríki hevur havt eina aðra koronastrategi enn flestu londini í Evropa. 65.000 fólk eru staðfest smittað, og 5.280 fólk eru deyð av koronasmittuni í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115