Stórur tørvur á nýggjum bústovnum

Stórur tørvur á nýggjum bústovnum
Bráðfeingistørvurin á nýggjum, vardum bústøðum og bústovnum er stórur. Sambært Almannaverkinum er tørvurin størstur í høvuðsstaðnum
Tørvurin á nýggjum, vardum bústøðum er størstur í Havnini, sigur Almannaverkið
 
29.06.2020 - 07:09

Almannamálaráðið hevur sett seg í samband við kommununa, tí nú skal nýtt heim byggjast til fólk við menningartarni og fjølbreki. Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Heimið skal fylgja almenna bústaðarpolitikkinum um, at vit skulu liva lið um lið - sama hvør aldurin ella tørvurin hjá borgarunum er.

Nýggja sambýlið verður bygt í Reynstúni á Argjum, og út- og innkoyring verður frá Glyvursvegnum. Pláss verður fyri 18 búfólkum.

Á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu hóskvøldið varð samtykt at selja Almannamálaráðnum økið í Reynstúni til sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki, skrivar torshavn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595