20.000 lastbilar seta ferðsluna í Havn undir trýst

20.000 lastbilar seta ferðsluna í Havn undir trýst
Tað ørkymlar Trónd Sigurðsson, býráðslim fyri Javnaðarflokkin í Havn, at fleiri lastbilar skulu koyra grót millum Gomlurætt og Skálafjørðin
Okkurt um 20.000 lastbilar skulu koyra grót úr Sandoyartunlinum inn á Glyvur, og tað ørkymlar býráðslim í Havn
 
30.06.2020 - 11:23

– Tað, sum ørkymlar meg er, at lastbilarnir skulu koyra eftir Marknagilsvegnum og Ringvegnum í Havn. Ferðslan í býnum er undir stórum trýsti frammanundan, og nú verður hon sett undir enn størri trýst, sigur hann.

Fríggjadagin skrivaðu partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar kommuna undir avtalu um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 300.000 rúmmetrum av grótinum, sum kemur upp úr Sandoyartunlinum Streymoyarmegin.

Ætlanin er at víðka havnarlagið frá Oljubryggjuni heilt inn í Støð á Glyvrum, har kommunan eisini ætlar at skipa ein bátahyl, nú verandi hylur so smátt er við at gerast ov lítil.

Meting: Umleið 20.000 lastir koyrast

– Farið verður undir at flyta grótið tá, ið Eysturoyartunnilin letur upp, segði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, við Útvarpið fríggjadagin.

Ein fyribils meting er, at okkurt um 20.000 lastbilar skulu koyra grótið.

– Tað fer at ávirka ferðsluna í Havn. Hetta er tung ferðsla, tað slítir eisini vegirnar, og tað fer at merkjast hjá fólki, sum fara at koyra í Havn, sigur Tróndur Sigurðsson.

Innkomuvegir í Eysturoynni ikki klárir

Hetta er eitt stórt vinnuligt frambrot fyri tey í Runavíkar kommunu. Eigur høvuðsstaðurin ikki at spæla við og liva við tí?

– Tað fara vit eisini at gera. Trupulleikin er, at innkomuvegirnir við Eysturoyartunnilin eru ikki klárir, og tað er avgerandi fyri samlaðu ferðsluna í Havn. Tann vegurin manglar, sigur Tróndur Sigurðsson.

 >> SÍ EISINI Tyrvingarplássið um at verða fult

Tróndur Sigurðsson heldur, at býráðið í Havn átti at fingið grótið til høldar, millum annað til eitt vinnuøki á Gomlurætt.

– Runavíkar kommuna hevur fingið eina góða avtalu, og Tórshavnar kommuna hevur einki fingið burturúr. Býráðið í Havn átti sjálvsagt at víst størri áhuga fyri grótinum, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040