Ikki meldaður fyri seyð

Ikki meldaður fyri seyð
Í fyrsta umfari ætlar landsdjóralæknin ikki at melda festaran í Oyndarfirði. Festarin fær í fyrsta umfari boð um at fáa viðurskiftini í rætt lag
Málið um ein festara í Oyndarfirði, ið hevur seyð, sum varð funnin illa fyri, verður ikki melda í fyrsta umfari
 
30.06.2020 - 12:11

Hetta sæst í samskifti millum landsdjóralækan og fútan um málið viðvíkjandi seyðinum, sum varð funnin illa fyri ella deyður í Oyndarfirði fyri einum góðum mánað síðani.

Festarin hevur fingið boð um at seta seg í samband við djóralækna og gera ein ætlan um, hvussu heilsan hjá seyðinum á festinum kann blíva nøktandi.

Ein ætlan skal gerast um koppseting og viðgerð, og seyður, sum lítil ella eingin vón er fyri, skal takast av. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava hesa ætlan í seinasta lagi í morgin, 1. juli.

 >> SÍ EISINI Myndugleikarnir kanna festara

Sambært frágreiðing hjá landsdjóralæknanum var seyðurin á festinum í Oyndarfirði kaldarak, tí hann fekk ikki nóg nógv at eta og/ella hevur smittandi sjúku.

Og eigarin hevði ikki í nóg stóran mun tryggjað føði, koppseting og/ella viðgerð. Ein deyður seyður varð skorin upp. Seyðurin var kaldarak, eingin fiti var og týðiligt vøddasvinn. 

Men eingi tekin vóru um sjúku, og heldur ikki um koppseting. Blóðroynd kundi ikki takast, tí seyðurin hevði verið deyður leingi. Tí bar tað ikki til at kanna, um hann hevði garnasótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098