Fult umfar í Betrideildini í dag

Fult umfar í Betrideildini í dag
Fimm dystir verða spældir í Betrideildini við monnum í dag
Oddaliðið skal á vitjan í Fuglafirði
 
04.07.2020 - 14:29

Øll tíggju liðini í Betrideildini við monnum spæla í dag.

Fyrsti dysturin er klokkan 15:00 millum ÍF og HB í Fuglafirði. Heimaliðið hevur staðið seg væl higartil, meðan oddaliðið, HB, sum eisini hevur tikið nógv á bóli, hevur stórar skaðatrupulleikar.

Í øðrum umfari vann HB 3-1 í Fuglafirði.

Tveir dystir eru klokkan 17:00. AB tekur ímóti B36 inni í Vika á Argjum, og Víkingur vitjar botnliðið á Skála.

Klokkan 17:30 spæla KÍ og TB við Djúpumýru í Klaksvík, og klokkan 19:00 tekur NSÍ móti EB/Streymi við Løkin í Runavík.

Kringvarpið sigur frá dystinum millum ÍF og HB í Fuglafirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751