Arbeiðsgevarafelagið dregur í land

Arbeiðsgevarafelagið dregur í land
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur slept ætlanini at fara í Føroya Rætt við Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum
 
06.07.2020 - 15:23

Í tíðindaskrivi boðar felagið frá, at eftir at landsstýrismaðurin hevur hálsað um og góðkent semjuna millum kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, er eingin orsøk at fara víðari við málinum.

– Nú landsstýrismaðurin hevur góðkent semjuna, og harvið staðfest sjálvstøðuga samráðingarrættin hjá kommununum, verður ikki neyðugt at royna málið í Føroya rætti, skrivar felagið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevði annars boðað frá, at felagið fór í rættin við landsstýrismanninum í fíggjarmálum eftir at hann noktaði at góðkenna sáttmálan hjá felagnum við Starvsmannafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520