- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir básar á ólavsøku
Eingir básar á ólavsøku
Høvuðsstaðarkommunan fer ikki at útskriva loyvi til teir eyðkendu sølubásarnar í ár

07.07.2020 - 14:52
Tórshavnar kommuna fer ikki at veita loyvi til teir sølu- og spælibásarnir, sum á ólavsøku vanliga standa tætt og savna fólk í Tinghúsgarðinum, Tórsgøtu, Vágsbotni og aðrastaðni í miðbýnum.
Tað skrivar kommunan á síni heimasíðu, torshavn.fo, í dag.
Verandi mat- og skeinkistøð í býnum fáa tó møguleikan at víðka teirra virksemi út á torg og vegir, ið liggja uppat, har tey halda til, og har tað ber til, soleiðis at lættari verður hjá gestum at halda frástøðu.
Matvognar, sum í dag virka í miðbýnum, kunnu eisini hava opið á ólavsøku í galdandi upplatingartíð, sigur Tórshavnar kommuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















