Umvælingin drúgvari enn ætlað

Umvælingin drúgvari enn ætlað
Hasfjord skal sandblásast og botnurin málast, nú skipið hóast alt er tikið upp á beding
Strandferðsluskipið, Hasfjord, skal sandblásast og málast, nú skipið hóast alt er á beding
Mynd: kvf.fo  
 
07.07.2020 - 15:48

Hasfjord verður nakað longri á beding enn ætlað, boðar Strandferðslan frá í dag. Orsøkin er, at avgerð er tikin um at sandblása og mála botnin á Hasfjord, nú strandferðsluskipið er á beding.

Hasfjord verður tískil aftur í sigling 20. juli, væntar Strandferðslan, sum upplýsir, at við hesum kann olja sparast, og sleppast kann undan at taka skipið upp aftur á beding seinni í ár.

Ætlanin var annars, at Hasfjord skuldi byrja í sigling aftur fyrst í næstu viku, tá skaðin var umvældur. Tað var mikudagin 24. juni, at Hasfjord bar við botn í innsiglingini í Skopun og mátti takast úr sigling.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847