Nógv færri ferðafólk

Nógv færri ferðafólk
Næstan 35 prosent færri ferðaðust við strandfaraskipunum í mai samanborið við sama mánað í fjør
 
08.07.2020 - 12:47

Nógv færri ferðafólk vóru við skipunum hjá Strandfaraskipum landsins í mai í ár enn í mai í fjør.

Ferðafólkini eru næstan 35 prosent færri í ár. Tey vóru 72.105 á øllum átta leiðunum í mai í fjør, men 46.973 í mai í ár.

Undantakið er Fugloyar- og Svínoyarleiðin, har eru ferðafólkini hundrað fleiri í mai í ár.

Hjá Bygdaleiðum er munurin størri enn hjá Oyggjaleiðum. Har eru 71,3 prosent færri ferðafók í mai í ár enn í mai í fjør. Tey vóru 45.345 í mai í fjør og bara 13.016 í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595