Ókeypis kanningar halda fram

bannari
Ókeypis kanningar halda fram
Øll ferðandi, sum koma til Føroya, skulu kannast tað, sum eftir er av juli, sigur Heilsumálaráðið
 
09.07.2020 - 18:56

Ferðandi kunnu av somu orsøk vænta drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið. 

Heilsumálaráðið heitir á øll ferðandi um at fara beinleiðis í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina, svarið kemur sum oftast sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir.

Við at lata upp fyri ferðing til Føroya, økist eisini smittuvandin, skrivar ráðið og heitir á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinførið. 

Fyribils galdandi til 31. juli

– Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, og tí er umráðandi, at framvegis hava fyrilit so at vit fyribyrgja smittubreiðslu, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin.

Ráðið hevur skrivað undir nýggjar sáttmálar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar, soleiðis at kanningarnar av ferðafólki framhaldandi verða gjørdar á besta og tryggasta hátt, sum ráðið orðar seg.

Samstarvssáttmálarnir eru galdandi frá 11. juli til og við 31. juli, og møguleiki er fyri leingja hesar fram til 16. august 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392