Fara undir at bora Dalstunnilin í heyst

Fara undir at bora Dalstunnilin í heyst
Níggju milliónir krónur eru settar av til tunnilsliðið hjá Landsverki, ið skal bora tunnlar til smærru bygdirnar í Føroyum
Mynd: Landsverk  
 
13.07.2020 - 09:09

Byrjað verður í Dali í heyst, og við verandi játtan verður tunnilin neyvan liðugur fyrrenn um seks ár.

Tað var annars í mai í fjør, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, loysti fyrsta flagið í Húsavík.

Níggju milliónir krónur verða settar av til arbeiðið árliga. Stjórin á Landsverki heldur, at landsstýrið eigur at seta fleiri pengar av næstu árini, so ferð av álvara kann setast á arbeiðið at bora tunnilin.

– Verða 20 milliónir krónur settar av, kunnu vit bora millum 500 og 700 metrar um árið. Tað vil siga, at við 20 milliónum tekur tað trý ella fýra ár at bora tunnilin, sigur Sigurd L. Lamhauge.

Við teimum pengunum, sum Landsverk hevur til tunnilsliðið nú, verður mett, at tað fer at taka umleið seks ár at bora tunnilin.

– Eg vóni, at tá ið arbeiðið er byrjað, so verða fleiri pengar settir av, sigur stjórin á Landsverki.

Bergholið til Dals verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt.

Eisini skulu 200 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin, 100 metrar av vegi dalsmegin, og tríggir kilometrar av verandi vegi skulu breiðkast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595