Búnaðarstovan selur ull í leysari vekt

Búnaðarstovan selur ull í leysari vekt
Ullarmóttøkan er opin til 22. august
Ullarmóttøkan er á Búnaðarstovuni
 
27.07.2020 - 09:14

Búnaðarstovan selur nú ull í leysari vekt. 

Fyrsta floks ull kostar 50 kr. fyri kilo, tá er meirvirðisgjaldið talt við. Ull í øðrum flokki kostar 25 kr. fyri kilo.

Ullin verður seld so leingi ullarmóttøkan er opin, og tað er til 22.august.

Búnaðarstovan tekur móti ull í summar.

Skild í seks litir

Ullin í fyrsta flokki er skild í seks litir, svart, hvítt, ljósamorreytt, ljósagrátt, myrkagrátt og flekkutt.

Fyri ull í fyrsta flokki verða latnar 10 kr. fyri kilo, tá er meirvirðisgjaldið talt við. Fyri ull í øðrum flokki verða latnar 1,50 kr. fyri kilo við mvg.

Hetta er fjórðu ferð, Búnaðarstovan keypir ull. Í fjør summar tók hon 25 tons.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233