Hava tikið drekan uppaftur

Hava tikið drekan uppaftur
Mekaniskir trupulleikar eru við festinum millum drekan, sum skal gera orku úr sjóvarfalli í Vestmannasundi, og fundamentið
Drekin verður settur útaftur, tá brekið er rættað
 
30.07.2020 - 13:30

Drekin, sum bleiv settur út í Vestmannasundi at gera orku úr sjóvarfallinum, er tikin upp á land aftur.

Mekaniskir trupulleikar eru við festinum millum drekan og fundamentið, sigur SEV.   

Brekið verður nú rættað, og so verður drekin settur útaftur.

Annars er arbeiðið við verkætlanini at gera streym úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi komið væl áleiðis.

Kaðalin, sum skal føra elorkuna inn á land, er lagdur og bundin í transformarastøðina á Oyrargjógv, so samband nú er millum orkuverkið í sundinum og elnetið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120