- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noktaðu ferðafólki innferð til Føroya
Noktaðu ferðafólki innferð til Føroya
Talan er um trý fólk, sum øll komu úr londum, sum eru bólkað sum appilsingul av danska uttanríkismálaráðnum

(Tilvildarlig mynd) Løgreglan til staðar á Vága floghavn
09.08.2020 - 13:34
Fyrradagin og aftur í gjár, var innferð til Føroya noktað ferðafólki, tá tey vóru komin til Vága floghavn. Tað sigur vakthavandi á politistøðini.
Talan er um trý fólk, sum øll komu úr londum, sum danska uttanríkismálaráðið hevur bólkað sum appilsingul.
Fyrradagin kom ein ferðandi úr Rumenia. Og í gjár kom eitt par úr Spania.
Ferðafólk, sum koma úr reyðum ella appilsingulum londum, skulu hava eitt viðurkenningarvert endamál ella "anerkendelsesværdigt formål" at ferðast til Føroya. Tað høvdu hesi ferðafólkini ikki, og tí verður teimum noktað innferð til Føroya, sigur vakthavandi á politistøðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























