Hagstovan: 523 arbeiðsleys í mai

bannari
Hagstovan: 523 arbeiðsleys í mai
Arbeiðsloysið er vaksið, síðani korona varð staðfest í mai
Arbeiðsleys eru fólk millum 16 og 66 ár, sum eru skrásett at vera arbeiðsleys hjá ALS ella hjá Almannaverkinum
 
13.08.2020 - 09:49

Síðani korona kom til Føroya, er arbeiðsloysið vaksið so líðandi.

Men nýggjastu tølini, sum Hagstovan kunnger í dag, eru tó frá mai.

Í mai var arbeiðsloysið 1,8 prosent. Tá vóru 523 arbeiðsleys í Føroyum.

Í februar, áðrenn korona kom til Føroya, var arbeiðsloysið 1,2 prosent. Í mars fór tað upp í 1,4 og í apríl upp í 1,7 prosent.

Flest arbeiðsleys í Suðuroynni

Nógv størsta arbeiðsloysið í mai var í Suðuroynni, 6,3 prosent. Tað minsta var í Eysturoynni, 0,8 prosent. 

Arbeiðsleys eru fólk millum 16 og 66 ár, sum eru skrásett at vera arbeiðsleys hjá ALS ella hjá Almannaverkinum.

Í dag eru 419 arbeiðsleys hjá Als. Tey vóru 443 í síðsta mánað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902