Arbeiðsfólk hjá landi og kommunum fara í verkfall týskvøldið á midnátt

bannari
Arbeiðsfólk hjá landi og kommunum fara í verkfall týskvøldið á midnátt
KAF og Fíggjarmálaráðið fingu ikki formliga fráboðan um verkfallið fyrr enn seinnapartin í gjár. Fundur er í løtuni millum KAF, Fíggjarmálaráðið og arbeiðarafeløgini
Sonja Jógvansdóttir er samskipari í Samtaki.
 
13.05.2024 - 13:21

Á midnátt í kvøld fer ein partur av limunum hjá Føroya arbeiðarafelagi, Havnar arbeiðarafelagi, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelagi og Klaksvíkar arbeiðsmannafelagi í verkfall.

Verkfall er lýst fyri allar limir hjá hesum feløgum, men ósemja hevur tikið seg upp, um allir limirnir sleppa í verkfall.

Arbeiðarafeløgini siga ja. Men Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá landinum siga, at verkfallið er ikki galdandi fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum ella hjá landinum.

Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men sigur í stuttari viðmerking, at arbeiðarafeløgini, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava avtalað at hittast klokkan 13 í dag at tosa um støðuna.

Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar fyri henda fundin.

 

Jan Mortensen er leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fingu fráboðan í gjár

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið fingu formliga fráboðan um verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum seinnapartin í gjár.

Av tí at verkfall skal lýsast 48 tímar frammanundan, fara arbeiðsfólkini hjá kommunum og landinum tí ikki í verkfall fyrr enn týskvøldið á midnátt.

- Hetta er fyri at binda um heilan fingur, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki, sum er eitt samstarv millum fleiri arbeiðarafeløg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13052024_Sonja_um_verkfall

 

Havnar arbeiðskvinnufelag samráðist ikki saman við hinum arbeiðarafeløgunum. Í kunngerð í dag sigur Havnar arbeiðskvinnufelag, at í samband við verkfallið noktar felagið limum sínum at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514