Nú byrjar nátatíðin

Nú byrjar nátatíðin
Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, hvussu nátasjúka kann fyribyrgjast
Tey, sum taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæði væl, tá tey eru liðug at taka náta, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
 
20.08.2020 - 09:41

Nú nátatíðin byrjar, minnir Heilsufrøðiliga starvsstovan á nátasjúkuna og, hvussu hon kann fyribyrgjast.

Vanliga byrjar sjúkan fýra til 14 dagar eftir smittuna.

Íligin náti smittar ikki.

Nátar, sum síggja sjúkir, rak og ússaligir út, eiga ikki at verða tiknir, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.   

Skulu vera í olljuklæðum

Tey, sum taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæði væl, tá tey eru liðug at taka náta.

Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn fólk eta ella festa sær í. 

Tað besta er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.

Best at skálda

Av tí at fjaðrarnar kunnu vera dálkaðar, er best, um nátin verður skáldaður. 

Verður hann royttur, eigur luftskiftið at vera gott, har sum roytt verður. Maskur kunnu brúkast. 

Fjaðrar, innvølir, tóm kloraminíløt og annað frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB.   

Síðani 1991 hava, sambært landslæknanum, seks fólk í Føroyum havt nátasjúku, eitt í 1991, tvey í 2003, tvey í 2016 og eitt í 2017.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329