Fleiri danir enn føroyingar ferðaðust loftvegis

bannari
Fleiri danir enn føroyingar ferðaðust loftvegis
Afturgongdin í ferðafólkatalinum hevur verið øgilig, síðani korona kom
Korona hevur havt við sær, at ferðafólkatalið um flogvøllin er minkað 74 prosent, frá apríl til juli
 
21.08.2020 - 09:31

Fleiri danir enn føroyingar komu til Føroya við flogfari í juli.

Tað er fyrstu ferð, at føroyingar ikki eru í meiriluta millum ferðafólkini, sum koma til Føroya við flogfari, upplýsir Vága floghavn.

Afturgongdin í ferðafólkatalinum er annars øgilig, síðani korona kom.

Stór afturgongd

Sammett við somu mánaðir í fjør var hon 93,7 prosent í apríl, 91,9 prosent í mai, 76,7 prosent í juni og 49,6 prosent í juli.

Samanumtikið var afturgongdin hesar fýra mánaðirnar 74,2 prosent sammett við 2019.

Men fram til 10.mars, tá korona rakti flogferðsluna, var framgongdin 10,5 prosent, so tá vóru útlit fyri, at ferðafólkatalið, sum var 424.281 í fjør, aftur setti met í ár.
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423