Jákup Sverri liðugur um miðjan september

Jákup Sverri liðugur um miðjan september
Í løtuni ger nýggja havrannsóknarskipið royndartúrar, har tekniska útgerðin verður roynd
Jákup Sverri verður latin eigarunum um hálvan september
 
26.08.2020 - 11:12

Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, verður latið eigarunum um miðjan september, upplýsir Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni MEST á Skála.

Byggingin er seinkað av ymiskum orsøkum, millum annað av koronu. Í løtuni ger Jákup Sverri nakrar royndartúrar, har útgerðin verður roynd.

- Skipið hevur nógva tekniska útgerð, og tað skal tí gera fleiri royndartúrar fyri at royna alla útgerðina. Ymsar stillingar verða nú gjørdar, sigur Mouritz Mohr. 

Framsýningartúrur

Tá ið skipið verður latið eigarunum, verður alment hátíðarhald, og Jákup Sverri fer eisini framsýningartúr. 

Skrokkurin til Jákup Sverra er smíðaður í Litava, og skipið er gjørt liðugt á skipasmiðjuni hjá MEST á Skála. 

Sáttmálaprísurin er 276 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541