Fleiri endurvenjingartilboð í heyst

Fleiri endurvenjingartilboð í heyst
Ein serstøk játtan er til endamálið í ár, og ætlanin er eisini at fáa eina serstaka játtan næsta ár
Á Suðuroyar sjúkrahúsi verður endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku
 
28.08.2020 - 14:34

Í heyst verða fleiri nýggj endurvenjingartilboð sett á stovn á teimum trimum sjúkrahúsunum, upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Á fíggjarlógini i ár er ein serstøk játtan til at menna endurvenjingina í sjúkrahúsverkinum. Eftir áheitan frá landsstýrismanninum, kom sjúkrahúsverkið í summar við uppskoti um, hvussu játtanin best kemur einstaka sjúklinginum til góðar.

Tørvurin vaksin

Í fleiri ár hevur verið víst á, at tørvur er á fleiri endurvenjingartilboðum í sjúkrahúsverkinum.

Nú starvsfólkaorkan er økt, verður møguleiki fyri fleiri tilboðnum, og í heyst verða hesi tilboð:

  • Endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi, í samstarvi við Landssjúkrahúsið
  • Eitt skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við gikt á Klaksvíkar sjúkrahúsi
  • Skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við krabbameini á Landssjúkrahúsinum
  • Menna eitt endurvenjingartilboð til sjúklingar við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini á Suðuroyar sjúkrahúsi
  • Eitt samskipa tilboð um talupedagogiskan stuðul til sjúklingar við apopleksi í Sjúkrahúsverkinum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at arbeitt verður við eisini at fáa játtan til endamálið næsta ár, soleiðis at enn fleiri endurvenjingartilboð kunnu verða ment í sjúkrahúsverkinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666