Farmaskip við fólki og neytum horvið

Farmaskip við fólki og neytum horvið
Ein av manningini, sum varð bjargaður í gjár, sigur, at skipið er sokkið
Gulf Livestock 1 hvarv, eftir at tað hevði sent út neyðarkall
 
03.09.2020 - 09:33

Stór leiting er sett í verk út fyri japonsku strondini eftir einum farmaskipi við 42 fólkum og fleiri túsund neytum umborð. 

Skipið sendi út neyðarkall í gjár.

Ein av manningini varð bjargaður seint í gjárkvøldið. Sambært honum, er skipið sokkið.

Maðurin hevur greitt frá, at motorarnir steðgaðu og at aldurnar skolaðu inn yvir skipið, sum legði seg á liðina og síðani sakk. 

Sendi neyðarkall

Skipið "Gulf Livestock 1" flutti 5.867 neyt og varð statt vestan fyri oynna Amami Oshima í útsynning úr Japan, tá tað gjáramorgunin sendi út neyðarkall.

Tað er ikki greitt, hví tað var í neyð, men vánaligt veður var á leiðini, í kjalarvørrinum av tropisku ódnini Maysak. Og illveðrið hevur tarnað leitingararbeiðnum.

Skipið, sum siglir undir Panama-flaggi, fór úr Ný Sælandi 14. august, og skuldi eftir ætlan koma til Kina næsta fríggjadag, skrivar japanska Kyodo News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221