Heilsutrygd fær átalu frá LUM

Heilsutrygd fær átalu frá LUM
Umboðsmaðurin sigur, at tað er ikki nøktandi, at Heilsutrygd ikki avgreiðir mál eftir fimm mánaðum, og heldur ikki svarar LUM í sama tíðarskeiði
Umboðsmaðurin hevur givið Heilsutrygd eina átalu, men ger ikki meira við málið
 
03.09.2020 - 14:58

Tað er ikki nøktandi, at Heilsutrygd ikki svarar einari áheitan um innlit í næstan sjey mánaðir, og ikki svarar Løgtingsins Umboðsmanni, LUM, fyrr enn fimm mánaðir eftir, at hann bað um eina frágreiðing.

Tí hevur Umboðsmaðurin givið Heilsutrygd eina átalu.

7. februar fekk LUM eina kæru frá einum fólki, tí Heilsutrygd hevði ikki svarað eini áheitan um innlit í egið mál um heilsutrygdargjald, sum varð send 23. november í fjør.

Bað um frágreiðing

10. februar bað LUM Heilsutrygd um eina frágreiðing um málið. Men frágreiðingin kom ikki, og tí minti LUM Heilsutrygd aftur á málið tann 13. mai.

Ikki fyrr enn 20. juli boðar Heilsutrygd LUM frá, at innlit varð latið í part av málinum tann 17. juli, og at kærast kundi til Heilsu- og Innlendismálaráðið.

LUM ger vart við, at kærarin skuldi havt verið kunnaður um, at kærast kundi til nevndina í almanna-, familju- og heilsumálum í staðin.

Løgtingsins Umboðsmaður ger vart við, at innlit skal latast sum skjótast, og í seinasta lagi 10 dagar eftir, at kæran er komin, skal kærarin hava at vita, hví svar ikki er komið, og hvat orsøkin er til tað.

Ikki nøktandi

At Heilsutrygd ikki svarar eini umbøn um innlit er ikki nøktandi, og tað er heldur ikki nøktandi, at Heilutrygd ikki avgreiðir eitt slíkt mál eftir fimm mánaðum, og heldur ikki svarar LUM í sama tíðarskeiði.

Tí fær Heilsutrygd eina átalu fyri handfaringina av køruni.

Nú kærarin hevur fingið svar, ger Løgtingsins Umboðsmaður ikki meira við málið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065