Hava fiskað 71 prosent av makrelkvotuni

Hava fiskað 71 prosent av makrelkvotuni
Pelagos og Faroe Pelagic hava eisini tikið ímóti makreli frá útlendskum skipum
Føroysk skip hava fiskað 58.000 tons av makreli í ár
 
04.09.2020 - 08:52

Higartil eru 71 prosent av heildarkvotuni av makreli í ár fiskað. 

Føroyingar hava loyvi at fiska 81.612 tonsunum av makreli í ár, og góð 58.000 tons eru fiskað, upplýsir Vørn fyri útvarpinum.

Prísurin seinastu tíðina hevur ligið millum seks krónur og seks krónur og 25 oyru fyri kilo.

Umframt makrelin, sum føroysk skip hava fiskað, hava Pelagos í Fuglafirði og Faroe Pelagic í Kollafirði eisini tikið móti nakað av makreli frá útlendskum skipum.

Útlendsk skip fáa lægri prís

- Vit hava keypt nakrar lastir frá útlendskum skipum fyri at hava nóg mikið av arbeiði á virkinum, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos.

Virkið hevur keypt makrel frá íslendskum, grønlendskum, donskum, svenskum, írskum, og norskum skipum.

Útlendsku skipini hava tó fingið lægri prís. Millum 4 og 5 krónur. 

Varðin Pelagic hevur næstan bara keypt fisk frá sínum egnu skipum, sum hoyra til Varða-samtakið. Tó hevur Fagraberg eisini landað eina ferð á Tvøroyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846