- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fastur kommunulækni til ellis- og røktarheim

Framsókn vil hava landsstýrið at leggja lógaruppskot fyri tingið, um at ellis- og røktarheim skulu hava kommunulækna, sum er fast knýttur at heiminum.
Framsókn sigur í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar, at serliga í stóru kommununum fer nógv starvsfólkatíð og -orka til at fáa fatur á kommunulækna.
Tað er nógv ferðing aftur og fram til viðtalur, og tað er eisini tíðarkrevjandi hjá kommunulæknum at koma til viðtalur á ymsu heimunum.
Ber ikki til hjá læknanum at koma, er avleiðingin ofta, at sjúklingurin verður innlagdur, sigur Framsókn.
Síðani 2016 hevur skipan við føstum røktarheimslækna verið roynd ymsa staðni í Danmark, og royndirnar eru so mikið góðar, at eitt nú danska læknafelagið vil hava eina varandi skipan fyri alt landið, sigur Framsókn.
Royndirnar vísa, at 28 prosent færri búfólk á røktarheimum í Danmark verða løgd inn á sjúkrahús.
Norðoya Bú- og Heimatænasta hevði eina líknandi royndarskipan við góðum úrsliti, men sáttmálan millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Kommunulæknafelagið heimilar ikki at gera avtalur um fastan røktarheimslækna, og tað forðaði fyri, at tann skipanin gjørdist varandi, sigur Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin.



























