Føroyar spæla móti Andorra í dag

Føroyar spæla móti Andorra í dag
Í dag spæla Føroyar annan dystin í Nations League-kappingini. Hann verður á útivølli móti Andorra
 
06.09.2020 - 09:44

Hósdagin tryggjaði Brandur Hendriksson Olsen Føroyum øll stigini í evstu løtu móti Malta á Tórsvølli, tá hann skeyt fríspark upp í málhornið.

Í dag verður avbjóðingin ein onnur.

Andorra fekk, eins og Føroyar, góða byrjan í kappingini, tá teir spældu javnt móti Lettlandi, 0-0.

Føroyar og Andorra vóru í bólki saman í undankappingini til HM í Russlandi. 

Ta ferðina fingu Føroyar fýra stig burtur úr teimum báðum dystunum, men á Estadi Nacional endaði málleyst móti einum verjukendum og treiskum liði.

Væntandi fer Andorra fer at spæla á sama hátt hesa ferð. 

Dysturin Andorra og Føroyar verður klokkan tvey seinnapartin, okkara tíð, og Kringvarpið sendir dystin í sjónvarpinum. 

Byrjað verður at senda klokkan tíggju minuttir yvir hálvgum tvey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846