Miðflokkurin spyr um barnaverndarlógina

Miðflokkurin spyr um barnaverndarlógina
Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen siga, at stór misnøgd er við málsviðgerð og avgerðir í barnaverndarmálum
Steffan Klein Poulsen og partamaðurin, Bill Justinussen, hava sett landsstýriskvinnuni í almanamálum ein fyrispurning
 
09.09.2020 - 15:09

Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum vilja hava at vita frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um Almannamálaráðið fær áheitanir og fráboðanir, tí misnøgd er við málsviðgerð, mannagongdir og avgerðir í barnaverndarmálum.

Teir vilja eisini hava at vita, um landsstýriskvinnan heldur kæruskipanina vera nøktandi. 

Barnaverdarlógin er nú 15 ára gomul, og Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen spyrja eisini, um tørvur er at eftirmeta verandi skipan og lóggávu á barnaverndarøkinum.

Ónøgd og frustatiónir

Tingmenninir í Miðflokkinum siga, at tað frættist javnan, eisini alment á m.a. sosialum miðlum, um ónøgd og frustratiónir við málsviðgerð og avgerðir í barnaverndarmálum.

Ein eftirmeting varðgjørd í 2011,  og fleiri broytingar vórðu gjørdar í 2012.

Hóast hesar broytingar, tykist tað at vera stór ónøgd í barnaverndarmálum, siga Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040