- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein nýggjur tilburður staðfestur
Ein nýggjur tilburður staðfestur
Nýggjastu tølini hjá landslæknanum vísa ein nýggjan smittutilburð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.09.2020 - 14:50
Ein nýggjur tilburður var staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og smittuketan er ókend. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
19 persónar eru smittaðir við korona í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV