Fer at tilnevna nýggjan hægstarættardómara

Fer at tilnevna nýggjan hægstarættardómara
Donald Trump fer at gera eina roynd at tilnevna ein nýggjan hægstarættardómara áðrenn forsetavalið
 
20.09.2020 - 11:55

Stríðið um hvør skal tilnevna nýggja hægstarættardómaran í USA er veruliga farið í gongd, eftir at hægstirættardómarin Ruth Bader Ginsbeg andaðist fríggjakvøldið.

Sambært BBC, segði Donald Trump í gjárkvøldið, at hann ikki ætlar at drála við at tilnevna nýggja hægstarættardómaran, og at hann fer at gera tað longu í næstu viku.

Donald Trump segði eisini, at nýggi dómarin verður ein kvinna.

Í USA tilnevnir forsetin hægstarættardómarar, og síðani skal senatið góðkenna tilnevningina.

Ikki á einum máli
Republikanski flokkurin hevur í løtuni meiriluta í senatinum, men sambært Reuters tíðindastovuni boðaði Susan Collins, ein av republikansku senatorunum, frá, at hon ikki heldur, at Senatið skal atkvøða um nýggja hægstarættardómararn fyrr enn eftir forsetavalið 3. november.

Stutt áðrenn Ruth Bader Ginsberg andaðist, segði ein annar republikanskur senatorur, Lisa Merkowski úr Alaska, at hon heldur ikki vildi atkvøða um ein nýggjan hægstarættardómara áðrenn valið í november.

Republikanski flokkurin hevur 53 umboð í Senatinum, og demokratiski flokkurin 47. Tískil er meirilutin um at atkvøða um nýggja hægstarættardómaran nú sera lítil.

Joe Biden, demokratiska forsetavalevnið segði í gjár, at hann ikki heldur, at Trump eigur at tilnevna nýggja hægstarættardómaran, tí tað skal komandi forsetin gera.

Leiðarin fyri republikanska flokkin í amerikanska Senatinum, Mitch McConnell, segði beinanvegin, eftir at andlátið hjá Ruth Bader Ginsberg varð kunngjørt, at hann fór at kalla Senatið saman at atkvøða um nýggja hægstarættardómaran, so skjótt Trump hevði gjørt tilnevningina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751