Stýrisskipanin verður endurskoðað og dagførd

Stýrisskipanin verður endurskoðað og dagførd
Løgmaður hevur havt fund við formenninar í øllum flokkum um at endurskoða lógina, sum er frá 1994
Løgmaður heldur, at tíðin er búgvin at endurskoða stýrisskipanarlógina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.09.2020 - 11:34

Arbeiðið við at endurskoða og dagføra fleiri tættir í Stýrisskipan Føroya er nú byrjað.

Fyrrapartin hava Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og formenninir í flokkunum umrøtt fleiri viðurskifti í stýrisskipanarlógini.

Løgmaður heldur, at tíðin er búgvin at endurskoða lógina í einari heild. Á fundinum fyrrapartin vórðu m.a. hesi viðurskifti umrødd:

  • Almennu heitini á løgtingsformanni, løgtingsmonnum, løgmanni og landsstýrismonnum

  • 55 í stýrisskipanarlógini um, at millumtjóða sáttmálar eru yvir føroyskari lóggávu

  • Fíggjarparturin

  • Um tey undir verjumáli eisini eiga at fáa valrætt til Løgtingið

Breiða politiska undirtøku

- Stýrisskipanin er oman fyri aðra lóggávu, og tí eiga broytingar í lógini at hava eina breiða politisku undirtøku. Eg vóni,  at vit í felag kunnu seta úti í kortið, hvørjar broytingar skulu gerast, sigur Bárður á Steig Nielsen, í tíðindaskrivi.

Stýriskipan Føroya varð samtykt á Føroya løgtingi í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani.

Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, krevst, at tvey løgting samtykkja broytingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558