Eingin tikin fyri at hava sett eld á Lítlaskóg

Eingin tikin fyri at hava sett eld á Lítlaskóg
Politiið leggur stóran dent á at loysa júst hetta málið, tí eldáseting er álvarsligt brotsverk, sigur leiðarin á kanningardeildini hjá politinum
Tvær ferðir hevur verið roynt at seta eld á Lítlaskóg
 
23.09.2020 - 12:01

Eingin er tikin enn fyri eldásetingarnar í dagstovninum Lítlaskógi í Havn 30.juli og 19.september.

Men leiðarin á kanningardeildini hjá politinum, Heri Andreassen, sigur seg vóna og vænta, at málið verður loyst.

Politiið leggur stóran dent á at loysa júst hetta málið, tí eldáseting er álvarsligt brotsverk, sigur Heri Andreassen.

Dagstovnurin fekk í hvørgum føri eldskaða, tí eldurin varð uppdagaður so skjótt.

Politiið hevur avhoyrt fólk og tryggjað sær spor á staðnum, eitt nú DNA og fótaspor.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040