Játtaði pengar til tunnilsgrót

Játtaði pengar til tunnilsgrót
Býráðið í Runavik samtykti aftur hóskvøldið at játta 2,45 mió. kr. til at koyra tunnilsgrót fyri
Við Hvítanes á Streymoynni.
 
26.09.2020 - 14:34

Býráðið í Runavik samtykti aftur hóskvøldið at játta 2,45 mió. kr. til at koyra grót fyri.

Talan er um eykajáttan, sum skal hava tvær viðgerðir í býráðnum.

Runavíkar kommuna hevur keypt sløk 55.000 tons av gróti afturat frá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum.

Tað er grót, sum liggur á Hvítanesi.

Keypir nógv grót

Fyri hálvum triðja mánað síðan keypti kommunan 300 túsund rúmmetrar av gróti úr Sandoyartunlinum.

Grótið skal brúkast til havnargerðina í Saltangará og á Glyvrum.

Grótið kostar einki, men Runavíkar kommuna rindar fyri flutningin, millum annað gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Upprunaliga var ætlanin at sigla grót av Hvítanesi inn á Skálafjørðin. Men tann ætlanin bar ikki á mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329