Málráðið: Nýggj regla

Málráðið: Nýggj regla
Málráðið hevur gjørt eina nýggja reglu. Hon er galdandi fyri eftirnøvn
Hvussu skal barnið eita? Nú sum fyrr er tað spurningurin
 
27.09.2020 - 10:14

Í gjár boðaði Málráðið frá, at fólk nú kunnu velja at hava dupult hjáljóð í faðirsnøvnum í eftirnøvnum. Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum. Men nú ber til at fáa sær faðirsnavn, har hjáljóðið ikki fellur burtur. Tað hevur málráðið avgjørt.

Tískil kann sonur ella dóttur ein mann, ið eitur Oddur ella Páll nú velja, um viðkomandi vil hava eftirnavnið Odson við einum D ella Oddson við tveimum D. Ella Pálsdóttir við einum L ella Pállsdóttir við TVEIMUM L.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486