Kanna nýggjar upplýsingar um Estoniu

Kanna nýggjar upplýsingar um Estoniu
Nýggj frágreiðing vísir, at hol var á skrokkinum í stýriborð. 852 fólk druknaðu, tá Estonia fórst í 1994
Estonia sakk náttina millum 27. og 28. september í 1994, og 852 fólk druknaðu
 
28.09.2020 - 09:16

Estland, Finnland og Svøríki fara nú at meta um nýggjar upplýsingar, sum eru komnar undan kavi um ferjuna Estoniu, sum sakk á veg úr Tallinn til Stokkhólm í 1994.

Høvuðsorsøkin til, at skipið sakk, var sambært altjóða skaðanevndini, JAIC, at eitt bógportur loysnaði. 

Í frágreiðingini stendur einki um, at hol var á skrokkinum í stýriborð. Men í skjølum frá Monster og Dplay verður staðfest, at hol er á vrakinum.

Nú skriva Estland, Finnland og Svøríki í felags fráboðan, at tey saman fara at kanna nýggju upplýsingarnar, og fáa tær váttaðar.

- Vit, Estland, Finnland og Svøríki, leggja dent á, at vit trúgva endaligu niðurstøðuni hjá altjóða skaðanevndini, Joint Accident Investigation Commission frá 1997, stendur í frágreiðingini.

Estonia sakk náttina millum 27. og 28. september í 1994, og 852 fólk druknaðu.

Bert 137 fólk sluppu frá hendingini við lívinum, og vanlukkan er mett sum ringasta skipsvanlukka í nýggjari tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303