Macron: Libanon brotið lyftið um at skipa stjórn

Macron: Libanon brotið lyftið um at skipa stjórn
Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, hartar valdsharrarnir í Libanon
 
28.09.2020 - 08:53

Franski forsetin, Emmanuel Macron, leggur Libanon undir at hava brotið lyftið um at skipa stjórn, í kjalarvørrinum á spreingingini í Beirut í august.

Macron segði í gjár, at politiska úrvalsliðið í Libanon, sum hann tekur til, er samd um ikki at halda sínar skyldur, og at tey hava framt kollektiva svikagerð, tí tað ikki hevur eydnast teimum at skipa nýggja stjórn.

Eingi útlit eru fyri eini stjórn, sum kann stýra í Libanon, eftir at stjórnin, sum hevði valdið, tá stóra spreingingin var á havnaøkinum í Beirut 4. august, legði frá sær.

Leygardagin frættist, at Mustapha Adib, maðurin, sum skuldi standa á odda fyri nýggju stjórnini í Libanon, er givin við royndini at fáa flokkarnar at semjast.

Macron hevur vitjað Libanon fleiri ferðir síðani spreingingina, og hann hevur eisini skundað undir partarnar um at skipa nýggja stjórn í Libanon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870